- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heita staðiliga fólk um at lata bilin standa
Heita staðiliga fólk um at lata bilin standa
Nógvir bilar standa fastir í Havnini
04.01.2022 - 11:31
Løgreglan og tilbúgvingin hjá Tórshavnar kommunu heita staðiliga á fólk um ikki at koyra bil næstu tímarnar.
Koyrilíkindini eru sera vánalig. Sýnið er ringt, og nógvir bilar standa fastir .
Tað hevur stóran týdning, at fólk virða boðini, so tilbúgvingin, eitt nú sjúkrabilar, bjargingarbilar, løgregla og kavarudding, sleppa fram, har tørvur er á tí.
Kommunan og politiið siga, at avleiðingin er, at tey, sum hava tørv á hjálp til bilar, ið standa fastir, ikki kunnu vænta at fáa hjálp í bræði.
Myndirnar eru frá Tórshavnar kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV