- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvir skaðar í nátt
Nógvur vindur hevur veirð í nátt og í gjárkvøldið og løgreglan hevur fingið fráboðanir um skaðar kring landið.
Millum klokkan sjey í gjárkvøldið og hálvgum trý í nátt vóru 16 skaðar fráboðaðir sambært vakthavandi á politistøðini.
Á vegnum oman móti Vestmanna var ein steinur bóltaður oman á vegin og ein bilur rendi á hann klokkan sjey í gjárskvøldi.
Eingin mannskaði hendi, men bilurin kundi ikki koyra víðari.
Tveir húsvognar fóru í vindinum - annar stóð í Sundalangum og hin norðanfyri.
Tað er serliga í Havn, Klaksvík og í Sundalagnum at skaðar hava verið.
Í Klaksvík vóru tvær fráboðanir um brotnaðar rútar, har leyst tilfar var fokið inn í teir.
Í Sundalagnum var boðað frá eini leysari tekju og ein bingja mátti tryggjast tí hon fór akandi eftir vegnum í vindinum.
Eisini í Suðuroynni var ein skaði við einum brotnum rúti.
Helvtin av øllum skaðum, sum hava verið í gjárskvøldið og i nátt hava verið vegna byggitilfar og annað leyst tilfar og løgreglan mælir til at fólk og serliga byggifyritøkur rudda áðrenn vindurin aftur veksur í kvøld.