- Tíðindi, mentan og ítróttur
24 tilburðir av korona staðfestir
24 tilburðir av korona staðfestir
Allar royndirnar, sum vóru tiknar í gjár, eru ikki greinaðar enn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
02.01.2022 - 15:16
Í gjár vóru 24 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Tey 24 smittaðu hava fingið boð.
Allar royndirnar, sum vóru tiknar í gjár, eru ikki greinaðar enn, 186 royndir, tiknar í Suðuroy, verða greinaðar seinni í dag.
449 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Í løtuni eru 950 smittað, fýra eru innløgd, og 14 eru deyð við koronu í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV