- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona rakar strandfaraskip
Korona rakar strandfaraskip
Korona kann fara at gera seg inn á ferðaætlanina hjá strandfaraskipunum
31.12.2021 - 16:37
Korona kann fara at gera seg inn á ferðaætlanina hjá strandfaraskipunum.
Strandfaraskip landsins skriva í dag, at seinastu dagarnar eru koronasmitta staðfest hjá manningum umborð á skipunum.
Hetta hevur higartil ikki ávirkað siglingina hjá Strandferðsluni, hóast partar av manningum nú eru farnir í sóttarhald.
Um smittutalið fer at vaksa, kann tó væntast, at hetta fer ávirka ferðaætlanina á einstøkum leiðum, skriva Strandfaraskip landsins.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV