Smittuútbrot millum starvsfólk á LS grundarlag undir Omikron-gransking

bannari
Smittuútbrot millum starvsfólk á LS grundarlag undir Omikron-gransking
Smittað starvsfólk á Landssjúkrahúsinum verða brúkt í gransking av Omikron, sum er almannakunngjørd á heilsuvísindaportalinum Medrxiv
Smittuútbrot millum starvsfólk á Landssjúrkahúsinum grundarlag undir gransking í Omikron
Mynd: Savnsmynd  
 
28.12.2021 - 12:56

Omikron smittar sera skjótt og illa, og kann eisini raka tey, sum eru koppsett tríggjar ferðir.

Hinvegin, so gerast tey flestu ikki serliga sjúk av hesum frábrigdinum.

Hetta eru fyrstu varnu niðurstøðurnar hjá føroyskum granskarum og heilsustarvsfólkum í grein, sum var almannakunngjørd á heilsuvísindaportalinum Medrxiv Tollaksmessudag.

Høvundarnir eru Gunnhild Helmsdal, Olga Kristina Hansen, Lars Fodgaard Møller,  Debes H. Christiansen,  Maria Skaalum Petersen og Marnar Fríðheim Kristiansen.

Tað skrivar heimasíðan gransking.fo í dag.

 

Smittað starvsfólk á LS

Tey hava greinað allar staðfestu tilburðirnar í einum bólki av starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum, sum hittust til privat tiltak tíðliga í desember.

21 av 33 luttakarum vórðu smittað.

Hetta hóast tey øll høvdu fingið triðju koppsetingar og høvdu eina negativa koronukanning, sum var minni enn 36 tímar gomul.  

Í greinini eru Sjúkueyðkennini lýst og samanborin við vitan um undanfarnu frábrigd.

Øll høvdu sjúkueyðkenni, eingin var asymptomatiskur.

 

Færri missa smakkin

Úrslitini benda á, at færri missa smakk og luktisans enn áður.

Yvirhøvur sær sjúkugongdin hjá teimum sum eru koppsett út til at vera mildari enn áður.

Greinin er fyribils bert almannakunngjørd sum eitt sonevnt preprint, tí hon er enn ikki javnlíkamett, sum vanligt er við vísindaligum greinum. Javnlíkametingin av greinini er í gongd, skrivar gransking.fo.

>>LES ALLAR GREININA UM OMIKRON GRANSKINGINA HER

Omikron

Frítekst tagging: 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366