10. hvør føroyingur havt koronu

bannari
10. hvør føroyingur havt koronu
Síðani farsóttin fór at gera um seg á vári 2020, hava 5.261 fólk fingið staðfest koronusmittuna í Føroyum
10. hvør føroyingur havt koronu
Mynd: Savnsmynd  
 
28.12.2021 - 10:19

10. hvør føroyingur hevur nú havt koronu, síðani farsóttin fór at gera um seg í fjør vár.

Sambært korona.fo hava 5.261 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Hetta svarar til gott 10 prosent av fólkatalinum í Føroyum.

Knapt 4.800 eru vorðin frísk aftur, og í løtuni eru 469 fólk smittað, eitt lítið prosent av fólkatalinum í Føroyum.

 

Fleiri fáa sær triðja prikið

Talið av føroyingum, sum fáa triðja prikið, veksur spakuliga. 27,1 prosent av føroyingum, 12 ár og eldri, hava nú fingið triðja prikið.

Tað vísir nýggjasta uppgerðin á korona.fo í gjár.

90,4 prosent av teimum 12 ár og eldri hava fingið seinna prikið, meðan 92,5 prosent av teimum 12 ár og eldri hava fingið fyrra prikið.

Av samlaða fólkatalinum svarar tað til, at 77,2 prosent hava fingið fyrsta prik, 75,5 prosent seinna, og 22,6 prosent triðja.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109