Sammøðurnar endaliga samtyktar

Sammøðurnar endaliga samtyktar
Eingin tók orðið, tá bæði uppskotini í málinum um sammøður vórðu samtykt í løgtinginum fyri løtu síðani
Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir offraði landsstýrissessin, men varð í síðsta enda útspæld av nøkrum av sínum egnu í Fólkaflokkinum, sum telvaðu Anniku Olsen inn aftur í løgtingið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2021 - 13:47

18 atkvøður vóru fyri, 13 ímóti og ein var blonk, tá málið um sammøður var endaliga samtykt í løgtinginum. 

Royndin hjá einum vongi av Fólkaflokkinum at telva Anniku Olsen úr løgtinginum og fella uppskotini um sammóðir kiksaði fullkomiliga. 

Heðin Zachariasen úr Fólkaflokkinum valdi at fara í farloyvi og lata Anniku Olsen sín sess. 

Spenta støðan í samgonguni og í Fólkaflokkinum tykist tí óloyst, tí bæði Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir offraðu sínar landsstýrissessir fyri at fella málið. 

Men telvingin kiksaði, tí ein annar, meira liberalur vongur av Fólkaflokkinum, vildi tað øðrvísi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823