- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sammøðurnar koma til triðju viðgerð mánadagin

Løgtingsformaðurin hevur nú sett triðju viðgerð av málinum um sammøður á skrá, men tey, ið bíða við spenningin eftir hesari viðgerð, mugu bíða til mánadagin.
Triðja viðgerð av málinum verður klokkan 13.
Í útvarpinum á midddegi vístu Bjørt Samuelsen og Ingilín D. Strøm á, at málið um sammøður ikki fær somu viðgerð sum onnur tingmál, tí vanligt er, at triðja viðgerð er tveir dagar eftir aðru viðgerð.
Onnu viðgerð av málinum um sammøður var mánadagin.
Málið um sammøður er ein ordiliga bumba undir samgonguni, sum er komin í sína størstu kreppu, síðani hon tók við.
Nú tykist greitt, at løgtingsformaðurin hevur givið Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, vikuskiftið til at fáa greiðu á, um samgonguni hevur lív lagað, ella um tað finst onkur annar máti at loysa málið uppá.