Samgongan: Almennur lønarstigi gongur ímóti samráðingarrættinum

Samgongan: Almennur lønarstigi gongur ímóti samráðingarrættinum
Meirilutin í Rættarnevndini undrast á, at uppskotið verður lagt fram nú, tí seinast tóku flestu fakfeløg ikki undir við ætlanini
Frá eini semingsroynd millum Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Samgongan í Rættarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um almennan lønarstiga.
Mynd: Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.12.2021 - 09:15

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um almennan lønarstiga. 

Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur skrivað álit um uppskotið.

Meirilutin, samgongumenninir í Rættarnevndini, siga, at seinasta samgonga hevði ætlan um almennan lønarstiga. 

Hon bleiv av ongum, millum annað tí, at flestu fakfeløgini ikki tóku undir við ætlanini. Tí tykist tað eitt sindur løgið, at uppskotið verður lagt fram nú, sigur meirilutin.

Gongur ímóti samráðingarrættinum

Meirilutin heldur, at arbeiðsmarknaðurin er soleiðis samansettur, at tað neyvan ber til hjá landsstýrinum at gera almennan lønarstiga, sum síðani skal vera grundarlagið undir øllum lønarsamráðingum.

Meirilutin heldur eisini, at uppskotið um almennan lønarstiga gongur beint í móti fría samráðingarrættinum. 

Minnilutin í Rættarnevndini, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sigur, at í nógv ár hava fakfeløg viljað, at arbeiðið við  almennum lønarstiga verður sett í gongd.

Málið var leingi í Rættarnevndini. Fyrsta viðgerð var 7.september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF