Ráðharraheimild kann raka flogvøllin meint

Ráðharraheimild kann raka flogvøllin meint
Danski flutningsmálaráðharrin hevur heimild at banna ferðslu, um trygd og hernaðarligar grundir krevja tað
Vága floghavn stúrir fyri, at ein heimild hjá danska flutningsmálaráðharranum kann raka flogvøllin meint fíggjarliga, um hon verður brúkt.
 
14.12.2021 - 08:52

Ein heimild hjá danska ráðharranum í flutningsmálum kann raka flogvøllin í Vágum meint fíggjarliga. 

Tað sigur partafelagið Vága floghavn í hoyringarskrivi um ríkislógartilmælið um at broyta nakrar lógir um flogferðslu.

Sum nú er, kann danski flutningsmálaráðharrin avmarka ella banna flogferðslu, um almenn trygd ella hernaðarligar grundir krevja tað.

Hetta skal broytast til eisini at umfata aðrar serligar umstøður, uttan at nevnt verður, hvørjar hesar serligu umstøður eru.

Vága floghavn stúrir fyri, at hendan heimildin hjá ráðharranum kann raka føroyska flogvøllin meint fíggjarliga, um hon verður brúkt.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF