Vænta 86 mió. kr. í avlopi næsta ár

Vænta 86 mió. kr. í avlopi næsta ár
Inntøkurnar verða 59 milliónir størri enn mett, tá fíggjarlógaruppskotið var lagt fram
Landskassin væntar at fáa 79 milliónir kr. fyri partabrøvini, sum landið eigur í Smyril Line.
 
13.12.2021 - 10:21

Avlopið hjá landskassanum verður 86 milliónir krónur næsta ár og ikki 65, sum fíggjarlógaruppskotið sigur. 

Fíggjarnevndin hevur fingið broytingaruppskot frá landsstýrinum um fíggjarlógina fyri 2022 

Orsøkin til, at avlopið verður størri, er dagførda inntøkumetingin, sum sigur, at inntøkurnar verða 59 milliónir størri enn mett var í september, tá uppskotið um fíggjarlóg fyri 2022 var gjørt.

Korona kostar 39,6 mió. meira

Korona kostar landskassanum 39,6 milliónir meira næsta ár enn mett var í september, Eysturoyartunnilin skal hava 35 milliónir og 55 milliónir skulu brúkast til Suðuroyarleiðina.

Partabrøv í Tjaldri og Smyril Line skulu seljast fyri 86 mió. kr. 

Landsstýrið væntar at fáa sjey milliónir fyri partabrøvini í Tjaldri og 79 milliónir fyri partabrøvini í Smyril Line.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF