Uppskotini um sammøður samtykt

Uppskotini um sammøður samtykt
Johan Dahl og Annika Olsen í samgonguni atkvøddu saman við andstøðuni
Christian Andreasen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, og Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, sum atkvøddi fyri uppskotinum um sammøður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.12.2021 - 16:29

Fyri løtu síðani samtykti løgtingið uppskotini frá tingfólkum í andstøðuni um sammøður.

Tey trý uppskotini vórðu samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti.

Meiriluti var fyri uppskotunum, tí Johan Dahl í Sambandsflokkinum og Annika Olsen í Fólkaflokkinum atkvøddu saman við andstøðuni.

Tvey av uppskotunum eru lógaruppskot, og skulu tí hava eina viðgerð í tinginum aftrat.

Í løtuni er ógreitt, hvørjar avleiðingar atkvøðugreiðslan fær, men Miðflokkurin hevur sagt fleiri ferðir, at atkvøddu samgongufólk fyri uppskotunum, var samgongan fokin.

Meiri verður at frætta í úvarpstíðindunum.

 

Myndirnar tók Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF