- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður veit einki meira um sekt hjá Bakkafrosti
Løgmaður veit einki meira um sekt hjá Bakkafrosti
Bárður á Steig Nielsen vísir til landsstýrismannin í vinnumálum, sum umsitur málsøkið

Bakkafrost skuldi fáa eitt sektaruppskot, sum var 67 mió. kr.
13.12.2021 - 10:48
Løgmaður sigur seg ikki vita meira enn miðlarnir um ætlaðu sektina hjá Bakkafrosti.
Høgni Hoydal, tingmaður, hevur spurt Bárð á Steig Nielsen, løgmann, hví fútin vendi sær til Løgmansskrivstovuna um revsingina fyri brot á djóravælferðarlógina.
Bakkafrost skuldi fáa eitt sektaruppskot, sum var 67 mió. kr.
Løgmaður sigur, at fútin alment hevur sagt, at hann metti, at talan er um vitan, sum er viðkomandi fyri løgmann.
Annars vísir løgmaður til landsstýrismannin í vinnumálum, tí hann umsitur málsøkið.
Bárður á Steig Nielsen sigur seg ikki vita meira um málið enn tað, sum hevur í miðlunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV