- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tunlarnir goldnir: Fáa ikki ferðastuðul longur

Tað verður ókeypis hjá fólki at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum, tí báðir eru liðugt goldnir.
Tað hevur samstundis við sær, at fólk ikki longur fáa ferðastuðul at koyra í tunlunum. Stuðulin hevur verið átta kr. hvønn vegin.
Tað kostar umleið seks milliónir kr. at viðlíkahalda Norðoyatunnilin og umleið fýra milliónir kr. at viðlíkahalda Vágatunnilin um árið.
Spara fýra milliónir
Tá fólk ikki longur fáa ferðaavgjald í tunlunum, sparir landskassin umleið tvær milliónir kr. fyri at koyra í tunlunum, ella fýra milliónir kr. tilsamans.
Feløgini, pf. Vágatunnilin og pf. Norðoyatunnilin, eiga nakað av peningi, og feløgini skulu nýta tøka peningin, áðrenn landskassin játtar feløgunum pening til viðlíkahald, upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tá hann almannakunngjørdi samferðsluætlanina í dag.