Grøn orka: Eiga eisini at hugsa um landskassan

Grøn orka: Eiga eisini at hugsa um landskassan
Samgongan og Sjálvstýri taka ikki undir við uppskotinum hjá Bjarna K. Petersen um avgjøld á hybridbilum, elbilum og vetnisbilum
Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur, at hugsast skal bæði um grøna orkuskiftið og um inntøkur landskassans.
 
10.12.2021 - 08:29

Tá ið arbeitt verður fyri grønari orku, skal eisini hugsast um inntøkurnar hjá landskassanum.

Tað siga samgongan og Sjálvstýri í Fíggjarnevndini.

Tey taka ikki undir við uppskotinum hjá Bjarna Kárasoni Petersen í Framsókn um avgjøld á hybridbilum, elbilum og vetnisbilum.

Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur, at hugsast skal bæði um grøna orkuskiftið og um inntøkur landskassans.

Finna javnvágina

Týdningarmikið er at finna javnvágina viðvíkjandi avgjøldum samstundis sum grøna orkuskiftið verður framt, sigur meirlutin.

Sambært lógaruppskotinum um meirvirðisgjald kostar tað slakar 38 mió. kr.

Men hitt lógaruppskotið, tað um virðisavgjald fyri persónbilar við hybrid tøkni ella plugin-hybrid tøkni, gevur landskassanum inntøkur, 50.000 kr. fyri hvønn bil.

Atkvøtt verður um málið týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF