Uppskot um at fyribyrgja hvítting í tinginum í dag

Uppskot um at fyribyrgja hvítting í tinginum í dag
Tjóðveldi hevur skotið upp, at føroyskir myndugleikar fáa allar upplýsingar um fíggjarligt illagrunasamt virksemi í Føroyum
Bjørt Samuelsen hevur vegna Tjóðveldi lagt uppskotið fram um átøk til at fyribyrgja hvítting og øðrum fíggjarligum kriminaliteti í Føroyum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2021 - 08:32

Ófráboðaðir fyrispurningar til landsstýrið eru í løgtinginum í dag.

Og tingið skal millum annað viðgera uppskotið til samtyktar hjá Tjóðveldi um serstaka váðameting og átøk til at fyribyrgja hvítting og øðrum fíggjarligum kriminaliteti í Føroyum.

Tingið skal, sambært Tjóðveldi, eisini biðja landsstýrið um at síggja til, at føroyskir myndugleikar fáa innlit í allar viðkomandi upplýsingar hjá donskum myndugleikum um fíggjarligt illgrunasamt virksemi í Føroyum. 

Tingfundurin í dag byrjar klokkan eitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF