- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trine Bramsen kemur heldur ikki á hesum sinni

Trine Bramsen, verjumálaráðharri, kemur heldur ikki til Føroya á hesum sinni.
Ætlanin var, at hon skuldi koma til Føroya í morgin at viðgera radaran á Sornfelli og trygdarpolitikk annars.
Trine Bramsen hevur verið í sambandi við ein, sum er smittaður við omikron-frábrigdinum, og er tí farin í sóttarhald. Hon er ikki smittað sjálv, men umstøðurnar gera, at hon vil ikki taka nøkur óráð fyri, og kemur tí ikki til Føroya.
Hetta fjórða ferðin til Føroya í ár, sum nú verður av ongum hjá Trine Bramsen.
Skuldi koma í januar
Fyrstu ferð hon skuldi koma var í januar, men tá gjørdi koronustøðan og sóttarhaldsreglurnar, at ferðin var av ongum.
Síðani skuldi hon koma í juni, men flogflarið hjá donsku verjuni fekk ikki sett seg í Vágum fyri veður.
Síðani var ferðin útsett til síðst í august, men tá gjørdi støðan í Afganistan og afturtøkan av hermonnunum hjá NATO-londunum, at verjumálaráðharrin kundi ikki koma til Føroya.
Og nú er verjumálaráðharrin so farin í sóttarhald.
Við Kringvarpið sigur Trine Bramsen, at hon vónar at koma til Føroya í januar í staðin.
Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum skal annars á fund í morgin, har Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríkismál, skal ráðføra um ætlaða radaran á Sornfelli.