Suðuroyartunnil: Fimm váðar fáast av vegnum fyrst

Suðuroyartunnil: Fimm váðar fáast av vegnum fyrst
Tað er bíligast at gera tunnilin millum Skarvanes og Sandvík, sigur p.f. Eystur- og Sandoyartunnil í framløgu, sum er latin Fíggjarnevndini
Raksturin hjá Smyrli, sum er í fíggjarlógini, skal brúkast til at gjalda skuld í Suðuroyartunlinum, sigur p.f. Eystur- og Sandoyartunnil.
 
08.12.2021 - 09:10

Fimm váðar mugu fáast av vegnum fyrst, áðrenn farast kann undir at gera Suðuroyartunnilin.

Bara ein váði er higartil fingin av vegnum. Hann er, at Eysturoyartunnilin er liðugur.

Hinir eru, um inntøkumetingarnar í Eysturoyartunlinum eru rættar, Sandoyartunnilin skal vera liðugur, jarðfrøðiligar kanningar skulu gerast, og metingar og tilmæli um tunnilstrygd skulu eisini gerast um Suðuroyartunnil.

Tað sigur partafelagið Eystur- og Sandoyartunnil, sum hevur latið Fíggjarnevndini eina framløgu um Suðuroyartunnilin.

Millum Skarvanes og Sandvík

Sambært framløguni er bíligast at gera tunnilin millum Skarvanes og Sandvík.

Hann kostaði tríggjar 3,2 milliardir í 2019. Tá er nýtt Sandvíkarberghol talt við. 

Tann Suðuroyartunnilin verður 22,2 km. Metti kostnaðurin fram til prosjektering er 14 mió. kr.

Í framløguni verður sagt, at tær 800 milliónirnar, sum nýggjur Smyril kostar, skulu setast sum partapeningur í Suðuroyartunnilin. 

Tað tekur 18 til 20 ár at gjalda Suðuroyartunnilin.

Stórur partur av fíggingini kann koma frá verandi Suðuroyarleið.

Raksturin hjá Smyrli skal fíggja

Raksturin hjá Smyrli, sum er í fíggjarlógini, skal brúkast til at gjalda skuld í Suðuroyartunlinum.

Felagið tekur lán við inntøkutrygd eins og partafelagið Eystur- og Sandoyartunnilin gjørdi.

Fígging verður umvegis landskassan. 

Suðuroyartunnilin verður ikki ein eyka útreiðsla fyri landskassan, stendur í framløguni hjá partafelagnum Eystur- og Sandoyartunli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF