Samgongan mælir frá at samtykkja uppskot um sammøður

Samgongan mælir frá at samtykkja uppskot um sammøður
Málið kemur til aðru viðgerð mánadagin
Tingið fer at atkvøða í málunum um sammøður mánadagin.
 
08.12.2021 - 11:13

Samgongan mælir løgtinginum frá at samtykkja tey trý uppskotini um sammóður.

Tað er greitt, nú Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum er liðug at skriva álit.

Í sínum meirilutaáliti skriva samgonguumboðini í Trivnaðarnevndini soleiðis:

"Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu er ásett, at í politiska arbeiðinum verða lógarbroytingar bert gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar. Samgongan hevur onga semju um, at hetta uppskotið skal samtykkjast, og tí tekur meirilutin ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað."

Uni Rasmussen, Annika Olsen, Edva Jacobsen og Rósa Samuelsen hava skrivað undir meirilutaálitið.

Vil hava løgmann at loysa málið

Annika Olsen, sum hevur verið ivasom, hevur harumframt sínar egnu viðmerkingar til meirilutaálitið. Løgtingskvinnan heitir á løgmann um at loysa málið og gera tær neyðugu lógarbroytingarnar sum skjótast.

- Tað er ein óskikkur at fasthalda tingfólk í eini støðu, har tey skulu velja ímillum at fara ímóti síni sannføring ella at spreingja eina samgongu, skrivar Annika Olsen millum annað.

Minnilutin í Trivnaðarnevndini - andstøðuumboðini - mæla løgtinginum til at samtykkja málið.

Málið um sammóður kemur til 2. viðgerð í løgtinginum mánadagin klokkan 13. 

Annika Olsen er í meirilutanum í Trivnaðarnevndini, sum mælir frá at samtykkja uppskotið um sammøður, men hon vil hava løgmann at loysa málið sum skjótast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF