Fastogn: Krevja tilknýti til Føroya fyri at kunna keypa

Fastogn: Krevja tilknýti til Føroya fyri at kunna keypa
Løgtingið hevur avgreitt uppskotið frá landsstýrinum, hvør kann keypa fastogn í Føroyum
Treytin hjá útlendingum at keypa fastogn í Føroyum er, at viðkomandi hevur fastan bústað í Føroyum, ella at viðkomandi áður hevur búð í Føroyum í tilsamans fimm ár.
Mynd: Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.12.2021 - 08:33

Nú kunnu útlendingar uttan tilknýti til Føroyar ikki longur keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum.

Tað avgjørdi løgtingið við 3. viðgerð í gjár.

Treytirnar fyri, at útlendingar kunnu keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi, eru, at viðkomandi hevur fastan bústað í Føroyum, ella at viðkomandi áður hevur búð í Føroyum í tilsamans fimm ár, ella at viðkomandi hevur búð í øðrum parti av ríkinum í tilsamans fimm ár og hevur danskan rískisborgaraskap.

Royndu seg við broytingaruppskoti

Orðaskiftið var hvast millum andstøðu og samgongu, áðrenn málið kom til atkvøðugreiðslu.

Andstøðan royndi eisini bæði at fáa málið aftur í nevnd og at leggja fram broytingaruppskot, sum bar í sær, at bara føroyingar, og ikki fólk í øðrum parti av ríkinum, kunnu keypa fastogn uttan loyvi.

Bæði andstøðuuppskotini fullu, og málið var samtykt við 15 atkvøðum fyri og 12 ímóti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF