Løgtingið viðger uppskot um eykaskip til Suðuroyarleiðina

Løgtingið viðger uppskot um eykaskip til Suðuroyarleiðina
Roknast kann við, at 2021 verður nýtt til metár til flutning við Smyrli, sigur Bjarni Hammer, tingmaður, sum eigur uppskotið
Fram til oktober í ár hevur Smyril flutt 231.191 ferðafólk og 95.263 akfør. 
 
07.12.2021 - 09:13

Eykaskipið til Suðuroyarleiðina skal viðgerast í løgtinginum í dag.

Bjarni Hammer, løgtingsmaður, hevur uppskot til samtyktar um, at løgtingið skal biðja landsstýrið gera eina verklagslóg um eykaskip til Suðuroyarleiðina.

Í fjør flutti Smyril 226.772 ferðafólk og 96.403 bilar á Suðuroyarleiðini.

Fram til oktober í ár hevur Smyril flutt 231.191 ferðafólk og 95.263 akfør. 

Nýtt metár

Talið er støðugt vaksið seinastu árini, men minkaði tó, tá korona kom.

Roknast kann við, at 2021 verður nýtt metár, sigur Bjarni Hammer.

Nógv meiri farmur er eisini nú. Hann er meira enn 50 prosent meiri nú enn í 2014, vísa tølini hjá Strandfaraskipum landsins.

Átta atkvøðugreiðslur eru á dagsskránni fyri tingfundin seinnapartin í dag.

Bjarni Hammer hevur skotið upp biðja landsstýrið gera eina verklagslóg um eykaskip til Suðuroyarleiðina. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF