Grønlendingar fáa eisini pengar á donsku fíggjarlógini

Grønlendingar fáa eisini pengar á donsku fíggjarlógini
Grønland fær tilsamans 27 mió. kr., og av teimum fara m.a. 17 mió. til barnahús í trimum býum og ráðgeving
Aki-Matilda Høegh-Dam, fólkatingskvinna hjá Siumut, og Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri.
Mynd: Siumut  
 
07.12.2021 - 09:24

Eisini Grønland fær pengar í donsku fíggjarlógini fyri 2022.

Grønland fær 27,2 mió. kr.

Pengar eru til heimleys bæði í Grønlandi og í Danmark.

Pengar eru til eina útvarpsstøð í Danmark, sum sendir á grønlendskum.

Okkurt um 17.000 grønlendinar búgva í Danmark.

Tvær milliónir krónur eru settar av, so danir, sum koma til Grønlands, kunnu læra seg grønlendskt.

Og 17 milliónir eru til barnahús í trimum býum í Grønlandi, og til eina ráðgeving, sum fólk, sum syrgja, kunnu venda sær til. Her verður serliga hugsað um tey, sum varða av onkrum, sum beinir fyri sær.

Føroyar fáa 30 milliónir til Føroya Arena í Havn og tvær milliónir til sjósavn og mentanarhúsið í Miðvági í donsku  fíggjarlógini fyri 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF