- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðførir seg við Uttanlandsnevndina um radaran
Ráðførir seg við Uttanlandsnevndina um radaran
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, kemur til Føroya hóskvøldið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Trine Bramsen, verjumálaráðharri, sum kemur til Føroya hóskvøldið.
06.12.2021 - 09:49
Hósdagin kl.11 fer Jenis av Rana, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um radaran, sum danir vilja hava í Føroyum.
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, kemur til Føroya hóskvøldið.
Fríggjadagin er ætlanin, at hon fær at vita, um føroyingar vilja hava radaran ella ikki.
Ætlaði radarin, sum skal vera á Sornfelli, er mettur at kosta 390 milliónir kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV