- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevði atkvøtt fyri uppskotinum um sammøður

Fór Helgi Abrahamsen í farloyvi úr løgtinginum, meðan hann er á fólkatingi, so hevði Eyðdis Hartmann Niclasen tikið sæti á løgtingi fyri hann.
Við in.fo sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, at hon hevði atkvøtt fyri málinum um sammøður, hevði hon havt møguleika fyri tí.
Trivnaðarnevndin skal vera liðug at skriva álit mikudagin. Og eftir tað kann málið um sammøður koma til 2.viðgerð í løgtinginum. Og tá skal atkvøðast um tað.
Johan atkvøður fyri
Fleiri ferðir hevur tingmaðurin Johan Dahl gjørt greitt, at hann at atkvøða fyri hesum uppskotunum, ið tingfólk úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fram.
Tá stendur samgongan eftir við 16 atkvøðum. Andstøðan kemur upp á 16 atkvøður. Og mitt ímillum stendur Sjálvstýri við Kristini Michelsen..
- Eg hevði atkvøtt fyri málinum um sammøður, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen við in.fo ídag.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur hinvegin gjørt greitt, at verður málið samtykt, so slitnar sitandi samgongan.