
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin váðameting um hvítvask í Føroyum

Fáa føroyskir myndugleikar fráboðan frá donsku eftirlitsmyndugleikunum, um Føroyar verða brúktar til svik ella hvítvasking av pengum?
Eru hagtøl ella váðametingar, sum vísa, hvussu útlendskar fyritøkur ella persónar hava brúkt Føroyar til hetta endamálið, og er ætlanin at kanna hetta?
Tað spurdi Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, landsstýrismannin í vinnumálum, eftir at tað kom fram, at felagið All Oceans Logistics eftir øllum at døma hevur hvítvaskað pengar í BankNordik.
Eingi hagtøl ella váðametingar eru fyri Føroyar, men ætlanin er at styrkja arbeiðið at fyribyrgja hvítvaski, sigur Magnus Rasmussen í svarinum til Bjørt Samuelsen.
Undir danskari lóggávu
Føroysku peningastovnarnir virka undir danskari lóggávu og eftir somu krøvum og fráboðanarskyldum um hvítvask sum danskir bankar.
Ákæruvaldið í Føroyum og TAKS fáa upplýsingar frá Hvidvasksekretariatet ella Hvítvaskskrivstovuni hjá Statsadvokatinum fyri fíggjarligan kriminalitet, SØIK, um mett verður, at tað kann verða grundarlag fyri at reisa eitt revismál ella fyristingarmál viðvíkjandi skattaviðurskiftum.
Føroyskir myndugleikar fáa tó ikki yvirlit yvir, hvørjar fyritøkur ella persónar, skrásett ella búgvandi í Føroyum, ið eru partar av hvítvasking av pengum, ella øðrum fíggjarligum kriminaliteti.
Føroyskir myndugleikar skulu tó eins og fyritøkurnar nýta váðmetingarnar, sum SØIK og Politets Efterretningstjeneste gera um hvítvasking og fígging av yvirgangi í Danmark og í Føroyum.
Serstøk føroysk váðameting
Tryggingareftirlitið hevur havt fund við PET um nationalu strategiina fyri stríðnum móti hvítvasking og fígging av yvirgangi í Danmark, og hevur skotið upp, at tað verður gjørd ein serstøk váðameting fyri Føroyar.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna, hevur spurt um hvítvasking í Føroyum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)Eisini er skotið upp, at føroyskir myndugleikar kunnu verða umboðaðir í Hvítvaskforum, ið er samstarv millum donsku eftirlitsmyndugleikarnar, sigur landsstýrismaðurin í svarinum
Hann heldur, ein serstøk og styrkt váðameting fyri Føroyar og ment samstarv við donsku myndugleikarnar á hvítvaskøkinum, kundi styrkt arbeiðið hjá myndugleikum og fyritøkum á hvítvaskøkinum í Føroyum.