- Tíðindi, mentan og ítróttur
Edva er nú fastur limur í Trivnaðarnevndini
Edva er nú fastur limur í Trivnaðarnevndini
Frimodt Rasmussen er varalimur hjá Edvu Jacobsen

Edva Jacobsen er nú limur í Trivnaðarnevndini. Hon hevur verið varalimur hjá Rósu Samuelsen.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
06.12.2021 - 09:52
Løgtingið skal velja varalim hjá Rósu Samuelsen í Trivnaðarnevndini í morgin.
Tá Magnus Rasmussen fór í landsstýrið, fingu onnur tingfólk nevndarsessirnar hjá honum.
Edva Jacobsen var varalimur hjá Rósu Samuelsen í Trivnaðarnevndini.
Men nú er Edva Jacobsen vorðin limur í Trivnaðarnevndini. Hon kann tí ikki eisini vera varalimur hjá Rósu Samulsen.
Frimodt Rasmussen er varalimur hjá Edvu Jacobsen.
Atkvøðugreiðsla um at velja tingnevndirnar av nýggjum er á dagsskránni fyri tingfundin í morgin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV