30 mió. kr. úr ríkiskassanum til stórhøll í Hoyvík

30 mió. kr. úr ríkiskassanum til stórhøll í Hoyvík
Føroysku fólkatingsmenninir og danski fíggjarmálaráðharrin hava gjørt avtalu, nú fíggjarlógin næsta ár skal samtykkjast
Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, og fólkatingsmenninir, Edmund Joensen og Sjúrður Skaale.
 
06.12.2021 - 11:46

Danska fólkatingið játtar 30 milliónir krónur til nýggju stórhøllina í Hoyvík, Føroya Arena.

Tað boða føroysku fólkatingsmenninir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, frá í felags tíðindaskrivi.

Sambært fólkatingsmonnunum eru tær 30 milliónirnar úrslit av samráðingum við Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharra, nú danska fíggjarlógin fyri 2022 skal samtykkjast.

Peningurin er játtaður fyri árini 2022-2025. 

Ein treyt fyri at játta pengarnar er, at restin av fíggingini eisini fæst.

Mett at kosta 217 mió. kr. 

Higartil hevur Tórshavnar kommuna givið tilsøgn um at játta 109 milliónir krónur til stórhøllina, sum skal kosta 217 milliónir krónur at byggja.

Hin helvtin av pengunum skal koma frá øðrum almennum og privatum íleggjarum.

Vinnulívsmenninir Niels Mortensen og Tummas  Justinussen standa fyri arbeiðnum at savna saman pengar frá grunnum og privatum íleggjarum.

Sjósavn og mentanarhús

Umframt tær 30 milliónir krónurnar til Føroya Arena, hava føroysku fólkatingsmenninir fingið donsku stjórnina at játta tríggjar milliónir krónur til nýtt samtak millum ung í ríkisfelagsskapinum og tvær milliónir í eykajáttan til sjósavn og mentanarhúsið í Miðvági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF