Skipan við fótfjøtri ikki búgvin at seta í verk

Skipan við fótfjøtri ikki búgvin at seta í verk
Við einum talgildum fótfjøtri ber til at hava eftirlit við teimum, sum eru dømd at sita, hóast tey sita heima við hús
Skipanin við fótfjøtri hevur verið í Danmark síðani 2005, men hon er ikki búgvin at seta í verk í Føroyum enn, heldur danska Løgmálaráðið.
 
03.12.2021 - 08:37

Ein skipan við fótfjøtri, fótleinkju, skal ikki takast við, nú lógin um revsifullgerð skal dagsførast í Føroyum.

Tað heldur danska Løgmálaráðið, sum hevur skrivað upprit um fótfjøtur í Føroyum.

Við einum talgildum fótfjøtri ber til at hava eftirlit við teimum, sum eru dømd at sita, hóast tey sita heima við hús.

Skipanin kom í Danmark í 2005. Hon er síðani tá víðkað nógvar ferðir.

Men hon er ikki búgvin enn til at seta í verk í Føroyum, heldur Løgmálaráðið.

Endamálið við skipanina er millum annað at útvega fleiri pláss í fongslunum og lætta trýstið á stovnarnar hjá Kriminalforsorgini.

 

Ber til tøkniliga

Ein kanning, sum Kriminalforsorgin hevur gjørt, sigur, at tøkniliga kann fótfjøtur brúkast í flestu oyggjum í Føroyum.

Kanningin viðger tó bara tøkniliga partin.

Løgmálaráðið má greiða millum annað, um Kriminalforsorgin úr Danmark kann hava eftirlit við fótfjøtrum í Føroyum uttan at bróta dátuverndarlógina.

Kannast skal eisini, um veðrið í Føroyum forðar fyri, at til ber at fara til teirra, sum hava fótfjøtur, um brúk er fyri tí.

Og so kostar ein slík skipan meira enn hon fer at spara Kriminalforsorgini.

 

Ikki takast við nú

Samanumtikið heldur Løgmálaráðið ikki, at fótfjøtursskipanin skal takast við í hesum umfarinum, nú lógin um revsifullgerð í Føroyum verður dagførd.

Og Løgmálaráðið heldur eisini, at ein almenn hoyring skal vera um eina slíka skipan, áðrenn hon verður viðgjørd í løgtinginum.

Løgmálaráðið fer skjótast gjørligt at kanna ivamálini. 

Tá tann kanningin er liðug, verður gjørt eitt lógaruppskot um fótfjøtursskipan í Føroyum. Treytin er tó, at fígging fæst til skipanina.

Løgmálaráðið ger eisini vart við, at ráari kann gerast í Varðhaldinum í Mjørkadali, tí tey, sum sita stutt og hava góð persónlig viðurskifti, eru heima við fótfjøtri.

Hetta hendi á Bornholm. 

Og tað kann eisini henda, at so fá vera í Mjørkadali, at tey, sum eru har, missa møguleikan fyri felagsskapi og í tí veruleikanum gerast avbyrgd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF