- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu fiska 2500 tons av toski í grønlendskum sjógvi

Úrslitið av samráðingunum er, at føroysk skip kunnu fiska 2500 tons av toski í grønlendskum sjógvi, 475 tons av brosmu og 325 tons av svartkalva.
Føroysk skip sleppa eisini at vera við í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og djórum á norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi, umframt eina royndarkvotu eftir krabba upp á 500 tons.
Afturfyri sleppa grønlendsk skip at fiska 6500 tons av norðhavssild og 14700 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Hetta er alt á sama stigi sum avtalan fyri í ár.
Fiskimálaráðið upplýsir, at einasta broytingin í avtaluni fyri í ár er, at grønlendsk skip sleppa at fiska 1000 tons minni av svartkjafti í føroyskum sjógvi, av kvotuni, sum grønland fær gjøgnum NEAFC.