- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danir og grønlendingar kunnu eisini keypa fastogn í Føroyum

Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá løgmanni um fastogn og útlendingar, sum keypa fastogn í Føroyum, við teimum broytingum, sum samgonguflokkarnir í rættarnevndini mæltu til at gera.
Samgongan helt ikki, at tað ber til at gera mun á føroyingum og øðrum donskum ríkisborgarum, tá talan er um at keypa fastogn í Føroyum, og hevði broytingaruppskot um tað.
Allir danskir ríkisborgarar kunnu keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum, hava teir búð í ríkinum í minst fimm ár.
Og bara feløg, sum hava høvuðssæti sítt í Føroyum, kunnu keypa uttan loyvi, segði meirilutin í rættarnevndini, sum við hesum vil avmarka skaran av feløgum, sum kunna keypa í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum.
Broytingaruppskotið hjá meirilutanum var samtykt við 13 atkvøðum fyri og 12 ímóti.
Bindur ikki nóg væl fyri
Andstøðuumboðini í rættarnevndini hildu ikki, at uppskotið hjá landsstýrinum bindur nóg væl fyri.
Andstøðan helt, at bara fólk, sum búgva í Føroyum, og feløg, sum hava heimstað í Føroyum, skulu sleppa at keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum.
Minnilutin mælti eisini staðiliga til, at er endamálið útleigan, skal loyvi ikki gevast feløgum at keypa fastogn í Føroyum.
Broytingaruppskotið frá minnilutanum fall. 12 atkvøður vóru fyri og 13 ímóti.
Málið um at keypa fastogn í Føroyum skal hava eina viðgerð aftrat í tinginum, og hon verður týsdagin 7. desember.