- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgongan um fastogn: Kunnu ikki gera mun á ríkisborgarum

Øll í Rættarnevndini hjá løgtinginum taka undir við uppskotinum hjá løgmanni um fastogn og útlendingar, sum keypa fastogn í Føroyum.
Men bæði meirilutin í nevndini, sum eru samgonguumboðini, og minnilutin, andstøðan, hava broytingaruppskot.
Meirilutin heldur ikki, at til ber at gera mun á føroyingum og øðrum donskum ríkisborgarum, tá talan er um at keypa fastogn í Føroyum, og hevur tí broytingaruppskot tí viðvíkjandi.
Búð í ríkinum í fimm ár
Allir danskir ríkisborgarar eiga at kunna keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum, hava tey búð í ríkinum í minst fimm ár.
Og bara feløg, sum hava høvuðssæti sítt í Føroyum, kunnu keypa uttan loyvi, sigur meirilutin, sum við hesum vil avmarka skaran av feløgum, sum kunna keypa í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum.
Bindur ikki nóg væl fyri
Minnilutin heldur, at uppskotið hjá landsstýrinum ikki bindur nóg væl fyri.
Hann heldur, at bara fólk, sum búgva í Føroyum, og feløg, sum hava heimstað í Føroyum, skulu sleppa at keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum.
Minnilutin mælir eisini staðiliga til, at er endamálið útleigan, skal loyvi ikki gevast feløgum at keypa fastogn í Føroyum.