Partrolarar hava vánaligt fiskarí

Partrolarar hava vánaligt fiskarí
Harður streymur og vánaligt veður tarnar fiskiskapinum
Mynd: Savnsmynd  
 
29.11.2021 - 08:04

Tvey frystilínuskip eru undir Íslandi og fýra undir Føroyum í løtuni, skrivar Fiskamarknaðurin.

Hini línuskipini eru inni.

Báðir djúpvatnstrolararnir liggja, og tað gera trolbátarnir eisini. Væntandi fer onkur tó avstað, tá veðrið batnar.

Um partrolarar verður sagt, at fýra pør fiska. Fiskaríið hjá teimum er vánaligt. 

Eitt garnaskip fiskar svartkalva og tvey fiska havtasku.

Um útróður verður sagt, at streymurin harðnar sum líður á vikuna. 

Veðrið er heldur ikki av tí besta, so útlitini fyri útróðri eru ikki góð nú í vikuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835