- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja ikki lóggeva fyri ókeypis tænastum í peningastovnum

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Framsókn taka ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi um, at fólk lætt og ókeypis kunnu taka pengar úr peningastovnunum.
Í álitinum hjá Vinnunevndini siga nevndarlimirnir hjá teimum trimum flokkunum, at tað er ikki rætt at lóggeva um, hvørjar tænastur ein privat vinna skal veita sínum viðskiftafólkum.
Og talgilding ger, at fólki nýtist ikki so ofta at fara inn á gólvið hjá peningastovnunum.
Teir siga tó, at peningastovnar eiga at kanna, hvussu vit kunnu tryggja fólki, millum annað fyritíðarpensjónistum og pensjónistum, nakrar ókeypis tænastur, so sum atgongd til reiðan pening.
Javnaðarflokkurin tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi.