At strika heftirevsing krevur 42 lógarbroytingar

At strika heftirevsing krevur 42 lógarbroytingar
Heftisrevsingin bleiv strikað í Føroyum longu í 2010, men stendur tó framvegis í nógvum serlógum, sum nú skulu broytast
Neyðugt er at broyta 42 lógir í løgtinginum, tí heftirevsingin er strikað. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.11.2021 - 08:49

Neyðugt er at broyta 42 lógir, tí heftirevsingin er strikað. 

Í staðin fyri hefti verður nú dømt fongsul í upp til fýra mánaðir. 

Landsstýrið kom í løgtingið í gjár við ríkislógartilmæli um at seta nýggja revsifullgerðarlóg í gildi í Føroyum.

Innihaldsliga broytir uppskotið ikki galdandi lóggávu í Føroyum. 

Heftisrevsingin bleiv strikað í Føroyum longu í 2010, men stendur tó framvegis í nógvum serlógum, sum nú skulu broytast.

Í serlógunum, bæði um sermál og felagsmál, er ásett, at heftisrevsing er heimilað.

Heftisrevsingin kom í 1930.

Hetta var ein mildari háttur at halda fólk handan rimarnar enn verulig fongsling. Hefti var frá sjey døgum upp í seks mánaðir.

Hefti bleiv strikað í Danmark í 2000 og í Føroyum sum sagt í 2010.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF