Bjørt spyr um hvítvask og fíggjarlig brotsverk

Bjørt spyr um hvítvask og fíggjarlig brotsverk
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, skal svara, um nakað yvirlit er yvir fyritøkur ella persónar, sum eru partur av hvítvasking
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, hevur sett landsstýrismanninum í vinnumálum fyrispurning um hvítvasking.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.11.2021 - 10:19

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil nú vita, um ætlanin er at kanna vavið á hvítvaski ella øðrum fíggjarligum kriminaliteti í Føroyum.

Hon hevur sett Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni í vinnumálum, ein fyrispurning.

Í dátulekanum Congo Hold-Up er komið fram, at felagið All Oceans Logistics hevur eftir øllum at døma hvítvaskað pengar í BankNordik.

Í hesum føri vóru tað pengar, sum upprunaliga vóru rændir úr ríkiskassanum í Kongo.

Virka undir danskari lóggávu

Føroysku peningastovnarnir virka undir danskari lóggávu og eftir somu krøvum og fráboðanarskyldum um hvítvask sum danskir bankar.

Bjørt Samuelsen vil millum annað vita, um føroyskir myndugleikar fáa yvirlit yvir, hvørjar fyritøkur ella persónar, sum eru skrásett ella búgva í Føroyum, eru partar av hvítvasking av pengum ella øðrum fíggjarligum kriminaliteti.

BankNordik vil ikki viðmerkja tað, sum er komið fram í dátulekanum.

Bankin hevur kortini boðað frá, at 176 mál um illgrunasom peningamynstur vóru fráboðaði SØIK, bakmanspolitinum, í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF