- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið um sammóður dregur út
Málið um sammóður dregur út
Trivnaðarnevndin hevur fingið freist til 1. desember, men tað er greitt, at samgongan tekur ikki undir við málinum

Uni Rasmussen er formaður í Trivnaðarnevndini.
25.11.2021 - 10:48
Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum er ikki liðug um uppskotini um sammóður.
Fyrst bað nevndin um feist til 15.november at skriva álitini.
Nú hevur nevndin biðið um og fingið freist til 1.desember.
Fyrsta viðgerð var 30.september.
Hoyringarnar lidnar
Uni Rasmussen, nevndarformaður, sigur, at hoyringarnar eru lidnar.
Samgongan tekur ikki undir við málinum.
Talan er um broytingar í nøkrum lógum, barsilslógini, rættargangslógini og lógini um rættarstøðu barna, arvalógini, lógini um foreldramyndugleika og samveru og lógini um at viðurkenna norðurlendskar avgerðir um faðirskap.
Tingfólk í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn løgdu fram uppskotini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV