- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnulívsfólk úr EABS til Føroya

Næsta vár koma vinnulívsfólk úr londunum í Evrasiatisku búskaparsamgonguni, EABS, til Føroya.
Í EABS, sum var stovnað í 2015, eru Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgisia og Armenia.
Í gjár var fundur í Moskva í felagsnevndini millum Føroyar og EABS.
Hetta er annar fundurin, síðani nevndin varð skipað sambært semjuskjalinum millum partarnar, sum var undirskrivað í Føroyum í 2018.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, er á odda fyri føroysku sendinevndini.
Kunnaði um tiltakið
Á fundinum í Moskva í gjár kunnaði Jenis av Rana um tiltakið fyri vinnuumboð úr EABS-londunum, sum eftir ætlan verður í Føroyum næsta vár.
Landsstýrið, EABS og Vinnuhúsið skipa fyri vinnuferðini.
Avrátt varð, at næsti felagsnevndarfundur verður í Føroyum næsta ár.
Á ferðini í Russlandi hevur landsstýrismaðurin eisini verið á fundi við Vladimir Titov, varauttanríkisráðharra hjá Russlandi, sendiharran hjá Armenia, Russian International Affairs Council og russiska handilskamarið.
Í dag hittir Jenis av Rana sendiharran hjá Kasakstan.