Lættari at fáa koyrikort til prutl

Lættari at fáa koyrikort til prutl
Tey, sum hava havt lítið koyrikort í eitt ár, skulu kunnu fáa stóra koyrikortið uttan at fara til koyrilærara
Uppskot er gjørt um broyting í kunngerðini um koyrikort og koyrifrálæru.
 
24.11.2021 - 13:49

Nú skal gerast lættari at fáa stórt koyrikort til prutl.

Uppskot er gjørt um broyting í kunngerðini um koyrikort og koyrifrálæru.

Uppskotið er til hoyringar í løtuni.

Sum er kunnu 15 ára gomul taka koyrikort til lítið prutl, har hámarksferðin er 30 km/t.

Stórt prutl

Tá tey hava havt hetta koyrikortið í eitt ár, kunnu tey taka koyrikort til stórt prutl hjá einum koyrilærara. Har fáa tey seks tímar frálæru í ástøði og koyring.

Ætlaða broytingin er, at tey, sum hava havt lítið koyrikort í minsta lagi í eitt ár, kunnu fáa stóra koyrikortið uttan at skula til koyrilærara.

Ætlanin er eisini, at bera skal til at taka stort koyrikort í kvøldskúla, hóast fólk ikki hava lítið koyrikort.

Í broytingaruppskotinum eru eisini nýggjar ásetingar um talgilt koyrikort.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF