- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttan til farsóttartilbúgving og at kanna ferðandi

Landstýrið biður nú løgtingið um eykajáttan, sum hevur sjey mió. kr. í halli.
Umbønin kom í tingið í gjár.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur í eykajáttanaruppskotinum, at av tí at koronusmittubylgja herjar í løtuni, er neyðugt at styrkja farsóttartilbúgvingina við fimm mió. kr. og at brúka tvær mió. kr. aftrat at kanna ferðandi til Føroya.
Higartil í ár eru játtaðar átta milliónir kr.til farsóttartilbúgving, men nú verður mett, at tørvur verður á í alt 13 mió. kr., av tí at farsóttin av álvara hevur tikið seg uppaftur.
Av hesum verður væntað, at um fýra milliónir verða brúktar aftrat í ár til sóttarhaldsstøð og tílíkt, meðan kanningar og annað at avmarka smittu kostar eina millión aftrat.
Meira til fyrisiting og læknar
Virksemi til fyrisiting, til læknar, ráðgeva og lýsingar í sambandi við koppseting er eisini økt og fer at kosta eina millión aftrat í ár, og so hevur virksemi hjá løgmansskrivstovuni, TAKS og Arbeiðseftirlitinum eisini tørv á einari millión aftrat.
Samlaða eykajáttanaruppskotið hevur útreiðslur fyri 13 mió. kr. men av tí at seks millonir fleiri enn væntað eru komnar inn fyri gjald til koronukanningar, gevur úrslitið eitt nettohall upp á sjey mió. krónur.
Uppskotið kemur til 1. viðgerð í tinginum í morgin.