- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biðja um 11 milliónir aftrat til fyritíðarpensjón

Fleiri fólk fáa nú hægstu fyritíðarpensjón, og vøksturin heldur væntandi fram.
Tað hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá Almannaverkinum.
Fimta hvørt fólk, sum fær hægstu fyritíðarpensjón, kemur frá arbeiðsfremjandi tiltaki.
Neyðugt er tí at søkja um eykajáttan til fyritíðarpensjón, 11,2 mió. kr. í ár.
1882 fáa fyritíðarpensjón
Í september í 2017 fingu 946 fólk hægstu fyritíðarpensjón. Tey vóru 1264 í september í ár.
Tilsamans fingu 1799 fólk fyritíðarpensjón í september 2017 og 1882 í september í ár.
Færri fáa nú miðal fyritíðarpensjón ella lægstu fyritíðarpensjón. Talið er støðugt lækkað seinastu fimm árini.
Almannaverkið væntar, at fyritíðarpensjónin, sum í ár kostar 282,2 mió. kr., fer at kosta 375,4 milliónir í 2026.