- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stýrisskipanarlógin heimilar samstarvsráði

Stýrisskipanarlógin hevur heimildina hjá landsstýrinum at stovna samstarvsráðið, sum Danmark, Grønland og Føroyar stovnaðu herfyri.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur svarað Bjarna Kárasoni Petersen og Høgna Hoydali, tingmonnum, um uttanríkispolitiska, trygdarpolitiska og verjupolitiska samstarvsráðið í ríkisfelagsskapinum.
Hann nevnir tvær greinir í stýrisskipanarlógini, sum gevur landsstýrinum heimildina.
Løgmaður sigur, at ráðið er stovnað, tí tørvur er á sterkari samstarvi og betri samskipan, nú stórveldini vísa áhuga fyri norðuratlantshavi og Arktis.
Løgmaður og tveir landsstýrismenn í ráðnum
Fyri Føroyar eru løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hann umsitur nettrygdina, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum og mentamálum í samstarvsráðnum.
Ongar avgerðir um uttanríkismál, trygd ella verjumál verða tiknar í samstarvsráðnum, sigur løgmaður í svarinum.
Samstarvsráðið er ein pallur, har sum londini kunnu kjakast um uttanríkismál, trygd og verju, eisini um málsøki, tí viðvíkjandi, sum eru yvirtikin.
Føroyar hava formansskapin í ráðnum næsta ár.