- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin um rentustuðul
Breddin um rentustuðul
Tvey evni eru í sendingini í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
19.10.2021 - 09:05
Breddin varpar í dag ljós á spentu støðuna í suðurkinesiska havinum og skipanina við rentustuðli í Føroyum.
Kina ger alsamt meir um seg í suðurkinesiska havinum, og javnan flúgva kinesisk hernaðarflogfør inn í loftrúmið hjá Taivan. Tað fær taivansku myndugleikarnar at stúra, tí Kina tvíheldur um, at Taivan er ein partur av Kina, og eigur at vera undir kinesiskum valdi.
Føroysk húski hava fingið rentustuðul síðani 1996. Tað var eitt hent hjálparamboð í kjalarvørrinum av kreppuni í 90-unum. Men krepputíðir eru ikki longur, so nær er tíðin búgvin at taka rentustuðulin av?
Samrøða verður við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV