Bíðitíðin er umleið hálvtannað ár

Bíðitíðin er umleið hálvtannað ár
Í løtuni eru 194 børn og ung er á bíðilista at verða útgreinað í Barna- og ungdómspsykiatriini
Í løtuni megnar Barna- og ungdómspsykiatriin ikki at arbeiða undan við tí starvsfólkaorku, sum hon hevur.
 
17.10.2021 - 09:42

Biðitíðin at verða útgreinaður í Barna- og ungdómspsykiatriini í løtuni er 16-17 mánaðir.

194 børn er á bíðilista, og við verandi starvsfólkaorku klárar Barna- og ungdómspsykiatriin tríggjar útgreiningar um vikuna.

Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

Av teimum 194, sum eru á bíðilista, eru 117 børn í aldrinum 0 til 11 ár, og 77 ung eru í aldursbólkinum 12-17 ár. Í apríl vóru 116 børn og ung á bíðilista.

Fleiri verða ávíst

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at orsøkin til, at bíðilistin er longdur, er, at munandi fleiri børn og ung eru ávíst til útgreiningar og viðgerð.

Í løtuni megnar Barna- og ungdómspsykiatriin ikki at arbeiða undan við tí starvsfólkaorku, sum hon hevur.

Tað er torført at fáa barnapsykiatarar í starv, og eitt av teimum trimum serlæknastørvunum hevur verið ósett síðani í summar.

Raðfesta aðrar bólkar

Tað ber til at lyfta alla starvsfólka- og útgreiningarorkuna við at uppraðfesta aðrar fakbólkar, eitt nú sálarfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum í svarinum.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann í løtuni samskiftir við sjúkrahúsleiðsluna um, hvussu uppraðfestingin av Psykiatriska deplinum er brúkt seinastu tvey árini, og hvussu hon verður brúkt næsta ár, til tess at stytta bíðitíðina til útgreining og at veita nøktandi viðgerðatilboð í Barna- og ungdómspsykiatriini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823