- Tíðindi, mentan og ítróttur
Selja 22,5 tons av ull
Selja 22,5 tons av ull
Nógv tað mesta, okkurt um 20 tons, er fyrsti flokkur
15.10.2021 - 09:18
Búnaðarstovan selur nú ullina, sum hon fekk í summar.
Talan er um 22,5 tons.
Nógv tað mesta, okkurt um 20 tons, er fyrsti flokkur.
Ullin er í seks náttúrulitum. Tað mesta er hvítt. Hálvt triðja tons eru annar flokkur. Tann ullin er ikki skild í litir.
Ullin verður seld í ballum, sum viga 250 kg.
Ullin verður seld sambært skrivligum, bindandi boði, sum skal latast Búnaðarstovuni í seinasta lagi 20.oktober.
Búnaðarstovan miðar eftir einum minstaprísi, sum er 8,00 kr. fyri kilo í fyrsta flokki og 2,00 kr. fyri kilo í øðrum flokki, umframt meirvirðisgjald.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV