Loysir seg ikki at siga lánið í tunlunum upp

Loysir seg ikki at siga lánið í tunlunum upp
Felagið hevur lænt tvær milliardir og 680 milliónir kr. til Eystur- og Sandoyartunnilin.
Kredittvirðið í tunlunum er helst minkað, síðani lánið varð tikið, tí ferðslan er minni enn roknað varð við.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.10.2021 - 08:50

Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin hava helst nakað lægri kredittvirði nú, enn síðst í 2016, tá avtalan um fígging var gjørd. 

Tí inntøkurnar eru minni, enn tá var mett.

Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar ætlar ikki at umfíggja lán felagsins nú. Tað er ikki nakar fyrimunur, heldur felagið.

Dýrt at siga lánið upp

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Frimodt Rasmussen, løgtingsmann, sum spurdi um umfígging.

Sambært tunlafelagnum hevði tað kostað nógv at sagt upp verandi skuld og lagt hana um. 

Í øðrum lagi er ivasamt, um felagið hevði fingið lagaligari fígging.

Í triðja lagi er verkætlanin ikki liðug, og tí er byggiváði framvegis tengdur at verkætlanini.

2,680 mia. kr.

Eystur- og Sandoyartunlar hava tikið eitt lánsbrævalán, sum er tvær milliardir og 680 mió. kr. við fastari rentu, sum er 2,73 prosent.

Felagið byrjar at rinda avdráttir í 2023. Síðsti avdrátturin fellur sambært lánsavtaluni til gjaldingar í 2040.

Landskassin læt trygd fyri einari minstu inntøku hjá Eystur- og Sandoyartunlum.

Hetta varð gjørt fyri at fáa fígging til verkætlanina við rímiligum og lagaligum treytum. 

Frimodt Rasmussen, løgtingsmaður, spurdi Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um møguleikarnar at endurfíggja lánið í p.f.Eystur- og Sandoyartunlum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823