- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Bústaðir og álit á miðfyrisitingina
Breddin: Bústaðir og álit á miðfyrisitingina
Trý evni eru í Breddanum í dag
15.10.2021 - 09:33
Breddin varpar ljós á trý evni í sendingini fyrrapartin.
Fyrst er tað rokið í Bústøðum.
Regin Hammer, stýrisformaður fyri Bústaðir, hevur sett stjóran, Andras Róin, til viks, og ósemja valdar í stýrinum. Vit tosa við landsstýriskvinnuna í almannamálum um støðuna í Bústøðum.
Ein nýggj kanning, sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt, vísir, at føroyingar hava lítið álit á miðfyrisitingina.
Aðalstjórin í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, Herálvur Joensen, greiðir frá, hví almenna fyrisitingin ikki er so sjónlig. Og hvussu fyrisitingin kann betra um álitið.
Eisini frætta vit um nýggju stjórnina, sum hevur tikið við í Noregi.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV