- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava kært avgerð um kvotur av uppsjóvarfiski

Smápartafelagið Mót og smápartafelagið JKS Impex hava kært avgerðina hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um ikki at geva teimum kvotur av uppsjóvarfiski í sambandi við ítøkiligt skipakeyp.
Biðið verður um, at Fiskimálaráðið alt fyri eitt viðger málið av nýggjum.
Smápartafeløgini Ango og Gráastein fingu kvoturnar.
Kvoturnar ógildugar
Rúni Joensen, sum er advokatur hjá JKS Impex, sigur, at avgerðirnar um at geva Ango og Gráasteini tilsøgn um kvotur eru ógildugar, tí hvørki felagið lýkur treytirnar fyri at fáa tilsøgn.
Hann sigur, at upplýsingar, sum hann hevur fingið við at fáa innlit í ein lítlan part av málinum, gera, at grundarlag er fyri at stevna Fiskimálaráðnum við kravi um, at tilsøgnirnar hjá Ango og Gráasteini verða tiknar aftur, ella, í øðrum lagi, at Fiskimálaráðið skal lata JKS Impex endurgjald.
Kært er um, at Fiskimálaráðið ikki partshoyrdi JKS, áðrenn avgerðin varð tikin. Og kært er eisini um vantandi innlit.