- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú eru 53.500 fólk í Føroyum
Nú eru 53.500 fólk í Føroyum
Fólkatalið er vaksið 854 fólk seinasta árið
Mynd: Hagstovan
13.10.2021 - 14:41
1. september í ár búðu 53.498 fólk í Føroyum. Tað eru 854 fleiri enn somu tíð í fjør, og vøksturin er 1,6 prosent.
Nettoflytingin var 551 fók og burðaravlopið 303 fólk.
Fleiri vóru fødd, og færri fluttu av landinum enn undanfarna 12 mánaða skeið.
Tey flestu búgva í Havn
Fleiri enn helvtin av teimum 854 fólkunum, sum løgdust afturat fólkatalinum, búgva í Tórshavnar kommunu, nevniliga 441 fólk.
Lutfalsliga vaks fólkatalið mest í Nes kommunu. Tað vaks 3,7 prosent, ella 51 fólk.
Størsta afturgongdin var í Kvívíkar kommunu, har fólkatalið minkaði 16 fólk ella 2,6 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV