- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gamal dómur kann ávirka mál um húsakeyp í Føroyum

Ein dómur hjá Landsrættinum frá 1983 er við, nú Rættarnevndin viðger uppskotið hjá landsstýrinum um møguleikan hjá útlendingum at keypa hús í Føroyum.
Fróðskaparsetrið hevur sent nevndini dómin.
Landsrætturin segði tá, í 1983, at ólógligt var at nokta einum donskum lækna í Føroyum skattafyrimun, tí hann ikki var føddur og uppvaksin í Føroyum, men kom til Føroya í 1980.
Heimastýrislógin sigur, at ikki má gerast munur á donskum ríkisborgarum í Føroyum. Føroyingar hava ikki frammihjárætt í Føroyum.
Skulu ikki biðja um loyvi
Í lógaruppskotinum um útlendingar og fastogn í Føroyum stendur, at fólk, sum hava búð í Føroyum ella í øðrum parti av ríkinum í tilsamans fimm ár, skulu ikki biðja landsstýrið um loyvi til at keypa hús ella jørð í Føroyum.
Her verður serliga hugsað um føroyingar í útbúgving uttanlands. Minst fimm ár í ríkinum, sama hvar, geva møguleika at keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum.
Hóast lógaruppskot um at keypa fastogn í Føroyum fekk fyrstu viðgerð 9.september, hevur tingið ikki fingið álit frá Rættarnevndini enn.
Næsti fundur hjá nevndini er 20.oktober.