- Tíðindi, mentan og ítróttur
500 fleiri løntakarar seinasta árið
Løntakaratalið í Føroyum veksur ikki so skjótt longur, skrivar Hagstovan.
27.400 løntakarar vóru í september, stívliga 500 fleiri enn í september í fjør.
Seinastu mánaðirnar er vøksturin í løntakaratalinum ikki so stórur, sum hann hevur verið.
Fleiri kvinnur í løntakaraskaran
Í september vóru um 14.000 menn og 13.400 kvinnur løntakarar.
Fleiri kvinnur koma nú í løntakaraskaran. Í september vóru 150 fleiri menn og stívliga 350 fleiri kvinnur enn í september í fjør.
Vøkstur er í privatu tænastuvinnunum. Privatar tænastur eru handil og umvæling, gistingarhús og matstovur, flutningur, postur og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húsarhaldstænastur, felagsskapir og mentan.
Minni vøkstur í almennari tænastu
Men vøksturin, sum hevur verið í almennari og aðrari tænastu, er steðgaður.
Her er talan um almenna fyrisiting, undirvísing, og heilsuverk og almannaverk.
Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014, skrivar Hagstovan.
Í byggivinnuni eru skipasmiðjur, smiðjur, annar ídnaður, bygging og orku- og vatnveiting.